Lær føroyska hópin at kenna
Málverji
Aldur: 26
Hædd: 1.79
Felag: EH Aalborg (DEN)
Landsdystir og mál: 27
Málverjin er uppvaksin í H71, áðrenn hon fór til Haukar í Íslandi í 2021. Eitt ár seinni gekk leiðin til Nykøbing Falster í bestu donsku deildini, har hon hevði ilt við at koma á liðið. Hon skifti til Follo í Norra í 2023, áðrenn EH Aalborg vildi hava hana aftur til Danmark. Átti í september, men náddi at koma í HM-hópin.
Bakkur
Aldur: 22
Hædd: 1.73
Felag: Ajax Keypmannahavn (DEN)
Landsdystir og mál: 26 (26)
Enn ein spælari úr talentfabrikkini í Hoyvík sum nú umboðar Ajax Keypmannahavn í næstbestu donsku deildini. 22 ára gamli bakkurin er stinn í verjuspælinum, har hon fær mestu minuttirnar á landsliðnum, men verður brúkt á høgra bakki í álopinum viðhvørt.
Bakkur
Aldur: 27
Hædd: 1.76
Felag: BK Ydun (DEN)
Landsdystir og mál: 22 (76)
Barnsburður gjørdi, at fyrrverandi kyndilsbakkurin Marianna Geirsdóttir Eystberg hevði steðg frá hondbólti, men nú spælir hon aftur fyri fult í danska 1. deildarfelagnum BK Ydun. Tað hevur givið henni kjansin í føroyska HM-hópinum. 
Strika
Aldur: 23
Hædd: 1.73
Felag: Ajax København (DEN)
Landsdystir og mál: 11 (4)
Vár slapp ikki við til EM saman við tvíburðasystrini seinast, men hevur spælt seg í HM-hópin afturfyri. Umboðar eins og Lív B. Zachariasen Ajax København í næstbestu donsku deildini.
Bakkur
Aldur: 24
Hædd: 1.77
Felag: HØJ Ølstykke (DEN)
Landsdystir og mál: 22 (20)
Marita Mortensen er einasti bakkurin í føroyska hópinum, sum hevur skot úti frá sum sítt fremsta álopsvápn. Upprunaliga úr H71, men spælir nú í bestu donsku deildini við HØJ, og er gott alternativ til gjøgnumbrotssterku bakspælararnir.
Strika
Aldur: 32
Hædd: 1.69
Felag: Kyndil (FAR)
Landsdystir og mál: 46 (40)
32 ára gamli strikuspælarin úr Kyndli er aldursforseti á føroyska liðnum, og telist eisini millum tær við flest landsdystum. Hevur spælt stóran part av sínum hondbóltslívi á strikuni hjá Kyndli, men hevur eisini roynt seg í Aalborg HK og Vendsyssel í Danmark. HM verður seinasta endaspælið hjá henni.
Vinstri vongur
Aldur: 22
Hædd: 1.67
Felag: Ejstrup/Hærvejen (DEN)
Landsdystir og mál: 22 (34)
Spælarin úr Olsen-familjuni í Vestmanna hevur spælt í VÍF fyri tað mesta. Er vongur, men hevur eisini roynt seg í bakketuni. Fylgdi pápa sínum, Inga Olsen, til H71 í 2021/22, men eftir meistaraár og spennandi evropeiskt ævintýr, fór hon aftur til VÍF. Umboðar nú danska felagið Ejstrup/Hærvejen.
Bakkur
Aldur: 25
Hædd: 1.67
Felag: Skanderborg Håndbold (DEN)
Landsdystir og mál: 39 (90)
Er uppvaksin í Kyndli, men síðstu árini hevur hon roynt seg í Danmark. Fyrst í Aalborg, og síðan í Ajax København. Tá høvuðsstaðarfelagið flutti niður, skifti bakspælarin til Skanderborg Håndbold. Hevur eyðsýndar dygdir í gjøgnumbrotsspælinum, og tykist vera komin yvir fótliðsskaðan, sum hevur darva í nærum eitt ár.
Málverji
Aldur: 18
Hædd: 1.76
Felag: Kyndil (FAR)
Landsdystir og mál: 2 (0)
Yngsti spælarin í føroyska hópinum. Málverjin, sum vanliga stendur millum stengurnar hjá Kyndli, gjørdi vart við seg til  U19-landsliðnum til EM-endaspælið í summar, og trokaði seg upp í hópin, har hon ivaleyst er at rokna sum triðja val.
Bakkur
Aldur> 23
Hædd: 1.77
Felag: Ajax Keypmannahavn (DEN)
Landsdystir og mál: 18 (9)
Bakkurin úr Hoyvík spælir mest í verjuni, har hon saman við tvíburðasystur síni, Vár, stóð sum ein múrur í H71 í nøkur ár. Spælir nú í Ajax København, og fær størri leiklut á føroyska liðnum, sum setir nýggja verju saman, nú ongin Brynja Høj er við longur.
Strika
Aldur: 28
Hædd: 1.85
Felag: Storhamar (NOR)
Landsdystir og mál: 50 (103)
Liðskiparin á strikuni hevur búð og spælt hondbólt í Danmark alt sítt lív, men føroysku røturnar gjørdu, at hon fekk sín fyrsta dyst fyri Føroyar í 2016, og síðan hevur hon verið føst fús í hvítum. Hevur umboða Vendsyssel, Randers og København Håndbold, men er nú í norska felagnum Storhamar, har hon m.a. spælir Champions League-hondbólt.
Bakkur
Aldur: 21
Hædd: 1.76
Felag: HH Elite (DEN)
Landsdystir og mál: 22 (57)
Ein av nýggju týpunum á føroyska landsliðnum. Bakspælarin hevur gott eyga fyri spælinum, kann bróta ígjøgnum sjálv og skjýtur eisini útifrá viðhvørt. Stýrdi neistaálopinum áðrenn hon fór til HH Elite í Danmark, har hon hevur tikið seg nógv fram síðstu árini.
Høgri vongur
Aldur: 23
Hædd: 1,73
Felag: VÍF (FAR)
Landsdystir og mál: 35 (70)
Høgri vongurin hevur fingið hondbóltin inn við móðurmjólkini í VÍF, men fór niður til Herning-Ikast sum blaðung. Spældi seinni í Ajax København, TMS Ringsted, EH Aalborg, men kom heim til VÍF at hvessa sær HM-formin.
Høgri vongur
Aldur: 20
Hædd: 1.68
Felag: H71 (FAR)
Landsdystir og mál: 8 (10)
Yngra Egholm-systurin taldist millum áskoðararnar, tá Føroyar royndi seg í EM fyri einum ári síðan. Hevur síðan trokað seg inn á vinstra vong við góðum avrikum í H71.
Vinstri vongur
Aldur: 20
Hædd: 1,66
Felag: H71 (FAR)
Landsdystir og mál: 14 (38)
20 ára gamli vinstri vongurin telist millum yngstu spælararnar í lutfalsliga unga føroyska hópinum. Hevur higartil bert umboðað H71, har hon ígjøgnum ungdómsárini eisini hevur spælt sum spælskipari.
Bakkur
Aldur: 25
Hædd: 1,78
Felag: H71 (FAR)
Landsdystir og mál: 25 (57)
Spælskiparin hjá H71 taldist í nógv ár millum bestu spælararnar í føroysku deildini, men gavst eitt skifti, tá hon fór niður í lestrarørindum. Hevur síðan tikið hondbóltin uppaftur, men tað tók tíð at spæla seg innaftur á landsliðið. Er ein klassiskur spælskipari, sum m.a. kann fáa ein leiklut í sjey ímóti seks-álopsspælinum.
Bakkur
Aldur: 21
Hædd: 1,72
Felag: Viborg HK (DEN)
Landsdystir og mál: 29 (135)
Nummar 77 er stóra stjørnan og flaggberin fyri nýggja ættarliðið hjá føroysku hondbóltskvinnunum. Bakspælarin er kvik og gjøgnumbrotssterk og skal bera tyngstu byrðuna í føroyska álopinum. Er uppvaksin í H71, men skifti til Viborg HK í bestu donsku deildini, har hon telist millum stóru profilarnar.
Málverji
Aldur: 21
Hædd: 1,76
Felag: Ringkøbing Håndbold (DEN)
Landsdystir og mál: 29 (2)
Rakul Wardum spældi við Kyndli, áðrenn leiðin tíðliga gekk til Skanderborg í Danmark. Í 2022 fór málverjin víðari til Ajax København, sum flutti niður í næstbestu deildina. Rakul Wardum spælir í nú við Ringkøbing. Er í løtuni at rokna sum fyrsta val hjá Føroyum

Fleiri greinar

Hondbóltur
Pól Hendrikur og Inga eru stór hjálp hjá landsliðnum
Hóast lítið og einki hevur verið at hoyrt um tey, eiga tey sín leiklut í góða úrslitinum hjá hondbóltskvinnunum
Hondbóltur
Norra og Týskland struku í hálvfinaluna - stórdystir í dag
Norra smurdi Montenegro av, meðan týskarar skúgvaðu Brasil til viks í HM-fjórðingsfinalunum í gjár. Í dag eru stórdystir millum Danmark og Frakland og Niðurlond og Ungarn
Hondbóltur
Undirhondin: Ingi Olsen metir um spælaraavrikini móti Íslandi
Hondbóltsviðmerkjarin hjá Kringvarpinum, Ingi Olsen, metir um spælaraavrikini hjá Føroyum í tapinum fyri Íslandi og gevur stjørnur frá einari til fimm
Hondbóltur
Í myndum: Orkan rann undan, tá Føroyar runnu aftaná Íslandi
Hondbóltskvinnurnar hava dygdirnar til at vinna á Íslandi, sum tær vístu herfyri. Men í kvøld rann orkan undan, meðan kvinnurnar runnu aftaá
Hondbóltur
Vánaligt verjuspæl kostar sigurin
Føroyar fingu ikki skil upp á verjuspælið fyrsta korterið ímóti Íslandi, og tí varð eisini ov langt uppaftur á javnt, helt venjarin Claus Mogensen eftir 33-30 tapið í Dortmund
Hondbóltur
Súna: - Hetta er ikki seinastu ferð vit eru til HM
Súna Krossteig Hansen iðraði seg um, at tað ikki eydnaðist at seta punktum við sigri á Íslandi, men var somuleiðis errin av avrikinum hjá Føroyum til HM
Hondbóltur
- Vit eru ikki nóg kyniskar
Føroyar runnu aftaná Íslandi allan dystin, men hvørja ferð munurin minkaði, komu mistøkini og misnýttu kjansirnir aftur, og tí endaði tað við tapi ímóti grannunum
Hondbóltur
Lakasti fyrri hálvleikur undir HM
Føroysku leikararnir tykjast hava mist eitt sindur av sínum mojo, tí tær hava verið væl og virðiliga næstbest í fyrra hálvleiki móti Íslandi. Men Føroyar eru enn við. 14-16
Hondbóltur
HM25: Beinleiðis frásøgn í orðum og myndum frá Føroyar móti Íslandi
Seinasti dysturin til hetta HM-endaspælið hjá hondbóltskvinnunum er móti brøðratjóðini Íslandi. Her ber til at fylgja við í orðum og myndum
Hondbóltur
- Tú tekur HM við eisini
Bjarta O. Johansen fekk greið boð frá sjeikinum í apríl, tá hon nevndi fyri honum, at hon ætlaði at gevast at spæla hondbólt: - Tú tekur eitt ár afturat og HM við eisini
Hondbóltur
Seta HM-punktum við enn eini grannauppgerð ímóti Íslandi
Føroyar vunnu EM-undankappingardyst í oktober, Ísland vann venjingardyst í november og nú seta hondbóltskvinnurnar HM-punktum við enn eini grannauppgerð
Hondbóltur
Jana ímóti Serbia: Her har og allastaðni
Samandráttur: Jana Mittún vísti seg frá síni allarbestu síðu, tá hon skeyt 10 mál og legði upp til trý í 31-31 javnleikinum ímóti Serbia
Hondbóltur
Undirhondin: Ingi Olsen metir um spælaraavrikini móti Serbia
Hondbóltsviðmerkjarin hjá Kringvarpinum, Ingi Olsen, metir um spælaraavrikini hjá Føroyum í spennandi javnleikinum ímóti Serbia og gevur stjørnur frá einari til fimm
Hondbóltur
Jana: Vit áttu at vunnið
Jana Mittún gav Føroyum enn eitt stórt úrslit, tá hon javnaði ímóti Serbia í evstu løtu, men hon hevði blandaðar kenslur eftir dystin. - Eg haldi, vit skuldu vunnið
Hondbóltur
Nær við at vit settu okkum á dystin
Føroyar høvdu gott tak á serbum, tá endin á dystinum nærkaðist, men máttu taka til takkar við javnleiki, sum merkir, at dreymurin um fjórðingsfinalu brast
Hondbóltur
Beinleiðis frásøgn frá Serbia móti Føroyum í orðum og myndum
Hondbóltskvinnurnar skulu kl. 14.30 seinnapartin royna at reisa seg oman á tapið fyri Týsklandi og sifta Serbia í HM-miðumfarinum. Her er beinleiðis frásøgn í orðum og myndum
Hondbóltur
Marita: – Hetta er ordiliga stórt og eg eri glað fyri at vera við
Marita Mortensen fekk loksins spælitíð móti Týsklandi, har hon skoraði trý mál. Hon vónar, at hon eisini fær ein leiklut í dystinum móti Serbia
Hondbóltur
Jana: - Vit fara at fáa ilt ímóti Serbia
Føroyska liðið hugsavnar seg til ein harðan dyst móti Serbia, men Jana Mittún og hinar droyma enn um at náa eitt pláss í fjórðingsfinaluni
Hondbóltur
Jens: Vit skulu ikki vera tær fittu genturnar í flokkinum móti Serbia
Jens á Skipagøtu, mentalvenjari hjá kvinnulandsliðnum, roknar við einum hørðum dysti móti Serbia í morgin, og tí handlar tað um at vera mentalt klárur til tær ymisku støðurnar
Hondbóltur
Claus: - Vit mugu variera okkara álopsspæl
Tær týsku kvinnurnar høvdu fyrireika seg væl ímóti okkum, og tí verður neyðugt at leggja afturat og variera okkara álopsspæl, sigur Claus Mogensen, føroyskur landsliðsvenjari
Hondbóltur
Undirhondin: Ingi Olsen metir um spælaraavrikini móti Týsklandi
Hondbóltsviðmerkjarin hjá Kringvarpinum, Ingi Olsen, metir um spælaraavrikini hjá Føroyum í stórtapinum fyri Týsklandi og gevur stjørnur frá einari til fimm
Hondbóltur
Vit sóu ótryggleika og himpr í dag
Týska verjan stóð somikið væl í dag, at ótryggleiki og himpr í løtum kom til sjóndar hjá føroysku bakspælarunum, helt venjarin Claus Mogensen eftir 36-26 ósigurin í Dortmund
Hondbóltur
- Tað varð tungt ígjøgnum 60 minuttir
Týska maskinan var tung og væl smurd, og lætta føroyska liðið megnaði ikki at standa ímóti ígjøgnum allan dystin, helt liðskiparin Pernille Brandenborg
Hondbóltur
- Taki hetta sum eitt stórt herðaklapp
Í spølni bað Ásbjørn N. Nattestad fólk stuðla sær við peningi, so hann kund sleppa til Týsklands at stuðla Føroyum, men fólk svaraðu kallinum, og nú er hann í Dortmund
Hondbóltur
Fylg við stórdystinum móti Týsklandi beinleiðis í orðum og myndum
Fyrsti dysturin hjá hondbóltskvinnunum í HM-millumumfarinum móti Týsklandi er størsti hondbóltslandsdysturin í søguni. Vit liveblogga frá dystinum her á heimasíðuni