Lær føroyska hópin at kenna
Málverji
Felag: HC København (Danmark)
Liðskiparin er ivaleysur fyrsti málverji frammanfyri Tórð Skorðheim Guttesen, sum loysti av fyri skadda Aleksandar Lacok. Tí hongur nógv á Paula hesa ferð.
Málverji
Felag: Kyndil
Aleksandar Lacok kom upp á A-landsliðið, tá Nicholas Satchwell sleit krossbandið, men ólukkutíð fekk ‘Sasha’ skaða fyri kortum. So vóru boð eftir Tórði, sum í roynd og veru hevði slept vónini um landsliðið.
Bakkur
Felag: HF Karlskrona (Svøríki)
Bakkurin er serliga stinnur í verjuni, men kann eisini spæla í álopinum. Fekk ein knæskaða, men náddi at spæla nakrar dystir, áðrenn EM-steðgin.
Bakkur
Felag: Hallby HK (Svøríki)
Hevur havt eitt gott kappingarár í Svøríki, og kann fáa størri uppgávu enn væntað frammanundan, tí Elias Ellefsen á Skipagøtu er skaddur.
Bakkur
Felag: GOG (Danmark)
Verður ivaleyst avgerandi spælarin í føroyska álopsspælinum, um Elias Ellefsen á Skipagøtu ikki fær spælt. Er ógjørligur at steðga ein ímóti einum, og tað kann skapa neyðuga plássið í gjøgnumbrotsspælinum.
Spælskipari
Felag: THW Kiel (Týskland)
Er størsta stjørnarn á føroyska liðnum, og tí er tað stórt bakkast, at spælskiparin fekk skaða stutt fyri jól. Tað er yvasamt, um hann kemur á vøllin; um ikki, verður stórur saknur í fintunum, skotunum og fríspælingunum frá úrmælinginum í Kiel.
Bakkur
Felag: Team Sydhavsøerne (Danmark)
Pauli Mittún spælir ikki á so høgum stigi, men hevur roynst væl á landsliðnum. Ikki minst í Golden League í heyst. Bakkurin er eisini ein, sum skal taka størri ábyrgd, um Elias Ellefsen á Skipagøtu ikki er førur fyri at spæla.
Bakkur
Felag: TSV Hannover-Burgdorf (Týskland):
Ein av trimum Bundesligaspælarum í føroyska hópinum. Er ein verjuspælari í heimsflokki, men spælir eisini nógv á høgra bakki í álopsspælinum, har tað er eitt sindur misjavnt við avrikunum.
Bakkur
Felag: Elitesport Vendsyssel (Danmark)
Bakkurin er ein av royndastu spælarunum á føroyska liðnum, og hevur spælt uttanlands í nógv ár í nógvum feløgum. Fær ikki so nógvar minuttir longur, men er eitt gott alternativ á høgra bakki.
Bakkur
Felag: Valur (Ísland)
Ein av teimum ungu og frambrúsandi spælarunum í føroyska hópinum. Telist millum bestu spælarnar í Íslandi í toppformi, og er kanska hin einasti, sum kann bjóða teimum bestu málverjunum av við langskotum.
Vongur
Felag: Køge Håndbold (Danmark)
Landsliðsvenjarin Peter Bredsdorff-Larsen brúkar ‘fra Køge til Keil’, tá hann skal lýsa munin á stignum, sum føroysku spælararnar spæla á. Er aftanfyri Leiv Mortensen á vinstra veingi, men hevur ongantíð svikið á landsliðnum.
Vongur
Felag: HC København (Danmark)
Hákun West av Teigum er stjørnuvongurin hjá Føroyum, men avrikini hjá Leivi Mortensen á landsliðnum tvey tey seinastu árini eru lítið aftanfyri tey hjá Füchse Berlin-manninum. Tað er óvanliga langt ímillum misnýttu kjansirnar hjá kringa vonginum í vinstru.
Vongur
Felag: Füchse Berlin, (Týskland)
Berlin-maðurin telist millum allarbestu vengurnar í heiminum. So einfalt er tað. Er avgerandi á føroyska landsliðnum, og í týska meistaraliðnum er hann fastur maður. Er avgerandi fyri føroysku kjansirnar til EM.
Bakkur/Vongur
Felag: Valur (Ísland)
Hevur verið eykamaður hjá Hákuni West av Teigum í nógv ár, og tað er ein ótaksom uppgáva. Hevur kortini leverað, tá hann er sloppin framat, og seinastu árið hava vit eisini sær vongin á høgra bakki. Tekniskt sterkur, lættur og skilagóður.
Strika
Felag: Ribe-Esbjerg HH (Danmark)
Strikuspælarin hevur strítt seg til pláss í bestu donsku deildini, og avrikini á landsliðnum hava altíð verið góð. Samspælið við Elias Ellefsen á Skipagøtu riggar væl. Til EM liggur stóra avbjóðingin í verjuspælinum.
Strika
Felag: Team Sydhavsøerne (Danmark)
Pætur er stórur og sterkur, og fysikkurin hevur stóran týdning á hægsta stigi. Í álopinum er hann ikki tryggasti skjúttin av strikuni.
Strika
Felag: IK Sävehof (Svøríki)
Strikuspælarin skiftir í summar úr føroyingafelagnum í Svøríki til Høj í bestu donsku deildini. Framgongdin hevur verið stór síðstu árini, og tað sæst aftur á landsliðnum, har hann fær alsamt størri leiklut.
Strika
Felag: H71
Strikuspælarin myndar onkursvegna eldra ættarliðið á landsliðnum, og hóast hoyvíkingurin nú spælir í føroysku deildini, er hann enn inni í hitanum. Fær neyvan nógva spælitíð, men kemur hann á vøllin, liggur hansara partur ongantíð eftir.

Fleiri greinar

Hondbóltur
Líka við at støkka til okkara fyrimun
Miðskeiðis í seinna hálvleiki var dysturin líka við at støkka til okkara, helt Teis Horn Rasmussen, sum kortini frøddist um stigið, sum Føroyar bjargaði sær ímóti Sveis
Hondbóltur
EM26: Føroyar vunnu javnleik í síðstu løtu í fyrsta dystinum
Leingi í seinna hálvleiki sá út til, at Føroyar fóru at vinna. Tá avtornaði, so vunnu Føroyar javnleik 28-28 móti krútsterka sveisiska liðnum. Vilhelm Poulsen gjørdist lykilin
Hondbóltur
Fylg við beinleiðis: Føroyar - Sveis
Her kanst tú fylgja við beinleiðis í orðum og myndum frá fyrsta dystinum hjá hondbóltsmonnunum við hetta EM-endaspælið
Hondbóltur
Føroysku viðhaldsfólkini koyra á
Føroysku viðhaldsfólkini eru av álvara vaknað, og í Carls á Trondheimsvegnum í Oslo hevur upphitingin koyrt við fullari ferð seinnapartin
Hondbóltur
Martin og Martin undir somu dýnu
- Vit hava eina song og eina dýnu, men eg fari ikki at liggja undir somu dýnu sum hann í fleiri dagar, sigur Martin Simonsen, sum er farin til Oslo saman grannanum.
Hondbóltur
EM leggur landið lamið
Dagstovnur hevur boðað frá skerdum virksemi, ein skúli hevur givið 40-50 næmingum frí, og løgtingsarbeiðið er lagt stilt
Hondbóltur
Elias byrjar inni, um upphitingin gongur væl
Føroyski spælskiparin, Elias Ellefsen á Skipagøtu, byrjar inni móti Sveis, um skaðin í høgru øksl ikki órógvar í upphitingini
Hondbóltur
Glaðir fjepparar í Oslo
Veitsluhøllin á Clarion var í gjárkvøldið leigað út til føroysku hondbóltsfjeppararnar
Hondbóltur
Ingi Olsen: Elias fer at spæla ein leiklut í dystinum móti Sveis
Tá tað nú hoyrist, at Kjartan Johansen, ið eisini er spælskipari, situr yvir móti Sveis, so merkir tað, at Elias fer at spæla ein leiklut í dystinum, heldur Ingi Olsen
Hondbóltur
Poddvarp: U21 í Algeria – átta ár seinni
Tað er átta ár síðani, at U21-landsliðið óvæntað vann seg til HM-endaspælið í Algeria. Tað bleiv ein minniligur túrur við søguligum sigrum, góðum avrikum og nógvum røvarasøgum
Hondbóltur
EM26: First we take Berlin, then we take Oslo
Føroyska innrásin í norska høvuðstaðin er í hædd, og tað er ikki ov nógv at siga, at føroyingar hava yvirtikið Oslo miðbý. Norðmenn undrast, meðan føroyingar fegnast
Hondbóltur
Føroyska liðið sett: Elias verður við
Líkt er til, at Elias á Skipagøtu verður við í hópinum til dystin móti Sveis í morgin, tí tað verða Helgi Hildarson Hoydal og Kjartan Johansen, ið sita yvir, hevur KVF skilt
Hondbóltur
Sveisiskur liðfelagi úr Kiel: Vónar at Elias verður við í annaðkvøld
Sveisiski Lukas Laube, sum vanliga fær ágóðan av góðu innspølunum frá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu í Kiel, vónar at liðfelagin verður við í annaðkvøld
Hondbóltur
Ísak: Høj vil vinna, og tað vil eg eisini
Tíðin var komin at taka tað næsta fetið, og Høj er eitt felag við stórum málum. Tað sigur Ísak Vedelsbøl, sum skal spæla í bestu donsku deildini næstu trý árini
Hondbóltur
Elias ivasamur - Óli spælir
Ikki fyrrenn í morgin verður avgerð tikin um, hvørt Elias Ellefsen á Skipagøtu sleppur á vøllin í fyrsta EM-dystinum ímóti Sveis. Óli Mittún hevur ein snudd, men spælir
Hondbóltur
Ísak Vedelsbøl skiftir til danskan hondbólt
Strikuspælarin á føroyska hondbóltslandsliðnum, hevur gjørt trý ára sáttmála við HØJ Elite og tað hevur við sær, at Ísak Vedelsbøl fer úr IK Sävehof í summar.
Hondbóltur
Liðskiparin: "Deiligt at vera komin í EM-bobluna"
Pauli Jacobsen, liðskipari, er glaður fyri at vera komin til Oslo og í EM-bobluna, har alt snýr seg um dystirnar. Hann væntar ein harðan dyst móti Sveis fríggjakvøldið
Hondbóltur
Óli Mittún er fyrivarin heldur enn eftirsnarin
Seinastu venjingarnar hjá manslandsliðnum í hondbólti hevur Óli Mittún sitið á einari kondisúkklu við einum skaða. Tað er tamarhald á skaðanum, sigur føroyska stjørnuskotið
Hondbóltur
"...Then we take Berlin!"
Vikan í týska høvuðsstaðnum, tá Føroyar fingu sín elddóp í einum stórum endaspæli fyri A-landslið, savnaði og sjóðaði saman føroyingar sum kanska ongantíð fyrr
Hondbóltur
Lars Christiansen væntar sær nógv av Óla Mittún
Legendariski danski vongurin Lars Christiansen nevnir Óla Mittún sum ein av ungu spælarunun, sum hann væntar sær mest av undir EM-endaspælinum í hondbólti
Hondbóltur
Helgi Hoydal: Undirbuksur, hosur og hondbóltsskógvar mugu við
Í morginári setur manslandsliðið í hondbólti kós móti Oslo, og spyrt tú Helga Hoydal, so eru undirbuksur, hosur og hondbóltsskógvar tað mest umráðandi at minnast at hava við
Hondbóltur
Leikarar eru væl fyrireikaðir til EM
Bæði kropsliga og mentalt kenna landsliðsleikararnir seg til reiðar til dystirnar í Oslo
Hondbóltur
Leivur og Hákun toppskjúttar í málveitslu við Tjarnir
Leivur Mortensen og Hákun West av Teigum skutu sjey mál í part í 38-34 sigrinum á Italia, har fleiri vístu seg fram í álopinum. Sí øll málini hjá Leivi her
Hondbóltur
Nógvar góðar EM-umsóknir í sigri á Italia
Føroysku hondbóltsmenninir vunnu sannførandi á Italia í seinna upphitingardystinum og kunnu fara til EM við góðum treysti, har Sveis bíðar í fyrsta dystinum fríggjakvøldið
Hondbóltur
Føroyar mistu tamarhaldið síðsta korterið
Føroysku hondbóltsmenninir vóru klárt á odda stóran part av dystinum, men endaðu við at tapa tepurt fyri Italia, tá teir mistu tamarhaldið síðsta stóra korterið