- Tíðindi, mentan og ítróttur

Badminton
Badminton stóð seg væl á Guernsey fyri tveimum árum síðan, og aftur hesa ferð eru vónirnar góðar. Hópurin er settur saman við sterkum spælarum - yngri og eldri - sum eru væl fyri í løtuni.
Hópurin Magnus Dal-Christiansen Rúni Øster Jónas Djurhuus Asbjørn Olsen Christian Berg Petersen Sanna Thorkildshøj Mia Thorkildshøj Ranja Joensen Miriam í Grótinum Bjarnhild í Buð Justinussen
Frælsur Ítróttur
Frælsur ítróttur fór við nógvum av yvirskriftunum fyri tveimum árum síðan, tá skjótu menninir, Jónas G. Isaksen og Eiri J. Glerfoss vunnu 100, 200 og 400 metur renning. Hesa ferð eru góðar vónir eisini til kvinnurnar og langteinarennararnir hjá monnum.
Hópurin Andreas Bjarnastein Antoft Dánjal Dahl Ljósheim Elisabet Holm Simonsen Jónas Gunnleivsson Isaksen Julian Gregersen Margit Weihe Fríðmundsdóttir Maria Biskopstø Neli Heldarskarð Oddvør Josephsen Rebekka Fuglø Poulsen Rógvi Kárason Rutt Hjelm Gregersen Sunniva Bogadóttir Teresa Fríðriksdóttir Bláhamar Tórur Mortensen Tummas Petur Sjóvará
Súkkling
Súkkling hevur havt ilt við at vinna oyggjaleikaheiðursmerki síðstu leikirnar. Kappingin frá bretsku oyggjunum er vanliga sera hørð, men føroyingarnir undir leiðslu av fyrrverandi stórsúkklaranum, Torkili Veihe, fara undir uppgávuna við góðum treysti.
Hópurin Helgi Winther Olsen Hilmar Hansen Pauli Poulsen Niklas Hallgren Niclassen Súsannav Skylv
Triathlon
Ein av minniligu oyggjaleikaløtunum síðstu árini var, tá Súsanna Skylv vann gull fyrsta morgunin í Gibraltar í 2019. Hon er ikki við hesa ferð, men Magni Hansen og Bergtór Torsteinsson fara at kappast í svimjing, súkkling og renning.
Hópurin Magni Hansen Bergtór Torsteinsson
|
|
|
Fimleikur
Fimleikur hevur verið ódrúgvur í oyggjaleikahøpið síðstu nógvu árini, men tá ítrótturin hevur verið við, hava Føroyar vanliga staðið seg væl. Vónirnar eru eisini góðar hesa ferð, og føroyski hópurin ætlar sær at vinna nógv heiðursmerki.
Hópurin Anna Sofía Højsted Maite Lív Neves Ellendersen Marin Danielsen Mia Højgaard Oddvør Alberta Kimsdóttir Ronja Johannesen Ari Poulsen Bjarki í Jákupstovu Bjarki Johannesen Bjarti Skylv Hansen Rókur Sumberg Vestergaard Torleivur Christiansen
Svimjing
Ættarliðsskiftið í føroyskari svimjing, sum byrjaði við koronufarsóttini, er avgreitt, og fleiri ungir svimjarar eru á veg fram við fullari ferð. Lea Osberg Højsted, Líggjas Joensen og Isak Brisenfeldt teljast millum tey yngstu og skjótastu, men t.d. Elisabeth Erlendsdóttir og Bartal E. Eidesgaard eru eisini væl fyri.
Hópurin Alisa Vestergård, SuSvim Bjarta í Lágabø, SuSvim Elisabeth Erlendsdóttir Jóhanna Ólavsdóttir Jonna Joensen Lea Osberg Højsted Bartal E. Eidesgaard Heini Mohr Askham Isak Brisenfeldt Jón Hofgaard Líggjas Joensen Silas Dam Lindberg
Bogaskjóting
Bogaskjóting vinnur vanliga fleiri heiðursmerki á oyggjaleikum, og vónirnar eru ikki verri hesa ferð enn fyrr. Anja Eydnudóttir vann fimm gull á Gotlandi fyri átta árum síðan, og hon er við aftur fyri fyrstu ferð síðan 2017. Spennandi verður at síggja, hvussu hon er fyri.
Hópurin Anja Eydnudóttir Helena Skorastein við Misá Pernille Krogh Tóra Dinna Reynskor Barbara Krossteig Jóannes Poulsen Jógvan Niclasen Bogi Andreasen Nikkel Petersen Hans Petur Højgaard Bárður Magnusson
Golf
Fýra menn og tvær kvinnur manna føroyska golf-hópin, sum skal royna seg á Orknoyggjum. Føroyar hava ikki vunnið heiðursmerki í oyggjaleikahøpi higartil.
Hópurin Hans Pauli Henriksen Líggjas Jógvansson Óskar Eiríksson Emil Jakobsen Finngerð Sólbjørg Clark Mona Ziskason
|
|
|
Fleiri greinar
|
Ítróttur |
|
Svimjing Føroyar vunnu tvær gull, tríggjar silvur og trý bronsuheiðursmerki í finalunum í svimjing mánadagin. Tvey føroysk met vórðu eisini sett. |
|
Svimjing Líggjas Joensen vann gull og Silas Dam Lindberg bronsu í finaluni í 1500 metra svimjing hjá monnum. |
|
Ítróttur Símun Christian Olsen greiðir frá avrikunum hjá føroysku íðkarunum higartil, og hvat fer at henda seinni í dag |
|
Tað snýr seg ikki um heiðursmerki, men um at blíva betri. Tað sigur Ingi Samuelsen, formaður í Golfsambandi Føroya, um oyggjaleikirnar í Orknoyggjum |
|
Annar ítróttur Føroyska badmintonliðið fær antin gull ella silvur í liðkappingini. Tey vunnu tryggan 3-0 sigur á Menorka í liðkappingini, og skulu møta Grønlandi í finaluni í kvøld |
|
Svimjing Tvey føroysk met, eitt juniormet, eitt landsliðsmet og svimjarar í 10 av 11 finalum í kvøld. Føroysk svimjing vísti seg fram í innleiðandi kappingunum mánadag fyrrapart |
|
Annar ítróttur Einasta føroyska kvinnan á einkultstarti súkklaði seg til eitt silvursheiðusmerki á øðrum kappingardegnum á oyggjaleikunum. |
|
Annar ítróttur Føroysku menninir í amboðsfimleiki vunnu liðkappingina og fingu fleiri heiðursmerki í sonevndu set-seriunum |
|
Annar ítróttur Tað verður nokk ikki heiðursmerki, sum koma at seta dám á súkkling og triathlon fyri Føroyar á oyggjaleikunum, men formaðurin er bjartskygdur um framtíðina |
|
Annar ítróttur Fyrsti kappingardagurin á oyggjaleikunum bjóðaði upp á hørð smasj og skjótar spurtir undir sólinií Kirkwall |
|
Annar ítróttur Í býarmyndini í Kirkwall sæst, at oyggjaleikir eru. Nógvir føroyingar eru millum áskoðarnar, og fleiri eru komin úr Føroyum við báti. |
|
Annar ítróttur Rutt Gregersen endaði á 10. plássi í 10.000 metur renningini, og hóast hon ikki var ordiliga nøgd við tað, var hon glað fyri at hava umboðað Føroyar á oyggjaleikum fyrstu ferð |
|
Ítróttur Bergtórur Thorsteinsson fekk trupulleikar við ketuni á súkkluni, tá hann luttók í triathlon. Hóast hetta ávirkaði úrslitið, so er hann nøgdur. |
|
Annar ítróttur Rutt Gregersen endaði á 10. plássi í 10.000 metur renningini, og hóast hon ikki var ordiliga nøgd við tað, var hon glað fyri at hava umboðað Føroyar á oyggjaleikum fyrstu ferð |
|
Annar ítróttur Føroyska badmintonliðið vann sín innleiðandi bólk við sigrum á Ynys Môn, Caymanoyggjunum og Guernsey |
|
Annar ítróttur Tey flestu runnu seg víðari í innleiðandi kappingunum í renning, sum vóru í sonevnda Picky-leikvøllinum í Kirkwall í dag. Finalurnar vera næstu dagarnar |
|
Annar ítróttur Magni Hansen kom á mál sum nummar 24 í trathlon, meðan Bergtór Thorsteinsson endaði nummar 42 |
|
Annar ítróttur Bogaskjúttarnir eru væl fyri og ætla sær at vinna bogaskjótingina á Orknoyggjunum samanlagt. Bogaskjótisambandið droymir um eina uttandura skjótibreyt |
|
Annar ítróttur Magni Hansen og Bergtór Thorsteinsson kappast í triathlon, meðan Rutt Gregersen skal royna seg í 10.000 metra renning. Heiðursmerkjasannlíkindini eru lítil |
|
Annar ítróttur Oyggjaleikirnir á Orknoyggjum vórðu settir, sólin skein av heiðum himni og føroysk smíl vóru allastaðni at síggja. Her er leygardagurin í myndum, sum Dánial Olsen tók |
|
Ítróttur Við bryggju í Kirkwall liggur sluppin Jóhanna. Harmonikutónleikur og føroyskar vísur skapa eitt serligt huglag umborð. |
|
Annar ítróttur Róland Toftum og Oddvør Alberta Kimsdóttir gingu á odda fyri føroyska hópinum, tá Anna prinsessa setti oyggjaleikirnar undir orknoysku sólini leygardagin seinnapart |
|
Ítróttur Kristina Poulsdóttir Matras og Kim Poulsen eru á oyggjaleikum saman við soninum Wiliam fyri at síggja dóttrina bera vatnið fyri Føroyar. |
|
Annar ítróttur Oddvør Alberta Kimsdóttir ber føroyska vatnið, og Róland Toftum verður flaggberi, tá oyggjaleikasetanin á Orknoyggjum verður seinnapartin |


































