Lær føroyska hópin at kenna
Málverji
Aldur: 26
Hædd: 1.79
Felag: EH Aalborg (DEN)
Landsdystir og mál: 27
Málverjin er uppvaksin í H71, áðrenn hon fór til Haukar í Íslandi í 2021. Eitt ár seinni gekk leiðin til Nykøbing Falster í bestu donsku deildini, har hon hevði ilt við at koma á liðið. Hon skifti til Follo í Norra í 2023, áðrenn EH Aalborg vildi hava hana aftur til Danmark. Átti í september, men náddi at koma í HM-hópin.
Bakkur
Aldur: 22
Hædd: 1.73
Felag: Ajax Keypmannahavn (DEN)
Landsdystir og mál: 26 (26)
Enn ein spælari úr talentfabrikkini í Hoyvík sum nú umboðar Ajax Keypmannahavn í næstbestu donsku deildini. 22 ára gamli bakkurin er stinn í verjuspælinum, har hon fær mestu minuttirnar á landsliðnum, men verður brúkt á høgra bakki í álopinum viðhvørt.
Bakkur
Aldur: 27
Hædd: 1.76
Felag: BK Ydun (DEN)
Landsdystir og mál: 22 (76)
Barnsburður gjørdi, at fyrrverandi kyndilsbakkurin Marianna Geirsdóttir Eystberg hevði steðg frá hondbólti, men nú spælir hon aftur fyri fult í danska 1. deildarfelagnum BK Ydun. Tað hevur givið henni kjansin í føroyska HM-hópinum. 
Strika
Aldur: 23
Hædd: 1.73
Felag: Ajax København (DEN)
Landsdystir og mál: 11 (4)
Vár slapp ikki við til EM saman við tvíburðasystrini seinast, men hevur spælt seg í HM-hópin afturfyri. Umboðar eins og Lív B. Zachariasen Ajax København í næstbestu donsku deildini.
Bakkur
Aldur: 24
Hædd: 1.77
Felag: HØJ Ølstykke (DEN)
Landsdystir og mál: 22 (20)
Marita Mortensen er einasti bakkurin í føroyska hópinum, sum hevur skot úti frá sum sítt fremsta álopsvápn. Upprunaliga úr H71, men spælir nú í bestu donsku deildini við HØJ, og er gott alternativ til gjøgnumbrotssterku bakspælararnir.
Strika
Aldur: 32
Hædd: 1.69
Felag: Kyndil (FAR)
Landsdystir og mál: 46 (40)
32 ára gamli strikuspælarin úr Kyndli er aldursforseti á føroyska liðnum, og telist eisini millum tær við flest landsdystum. Hevur spælt stóran part av sínum hondbóltslívi á strikuni hjá Kyndli, men hevur eisini roynt seg í Aalborg HK og Vendsyssel í Danmark. HM verður seinasta endaspælið hjá henni.
Vinstri vongur
Aldur: 22
Hædd: 1.67
Felag: Ejstrup/Hærvejen (DEN)
Landsdystir og mál: 22 (34)
Spælarin úr Olsen-familjuni í Vestmanna hevur spælt í VÍF fyri tað mesta. Er vongur, men hevur eisini roynt seg í bakketuni. Fylgdi pápa sínum, Inga Olsen, til H71 í 2021/22, men eftir meistaraár og spennandi evropeiskt ævintýr, fór hon aftur til VÍF. Umboðar nú danska felagið Ejstrup/Hærvejen.
Bakkur
Aldur: 25
Hædd: 1.67
Felag: Skanderborg Håndbold (DEN)
Landsdystir og mál: 39 (90)
Er uppvaksin í Kyndli, men síðstu árini hevur hon roynt seg í Danmark. Fyrst í Aalborg, og síðan í Ajax København. Tá høvuðsstaðarfelagið flutti niður, skifti bakspælarin til Skanderborg Håndbold. Hevur eyðsýndar dygdir í gjøgnumbrotsspælinum, og tykist vera komin yvir fótliðsskaðan, sum hevur darva í nærum eitt ár.
Málverji
Aldur: 18
Hædd: 1.76
Felag: Kyndil (FAR)
Landsdystir og mál: 2 (0)
Yngsti spælarin í føroyska hópinum. Málverjin, sum vanliga stendur millum stengurnar hjá Kyndli, gjørdi vart við seg til  U19-landsliðnum til EM-endaspælið í summar, og trokaði seg upp í hópin, har hon ivaleyst er at rokna sum triðja val.
Bakkur
Aldur> 23
Hædd: 1.77
Felag: Ajax Keypmannahavn (DEN)
Landsdystir og mál: 18 (9)
Bakkurin úr Hoyvík spælir mest í verjuni, har hon saman við tvíburðasystur síni, Vár, stóð sum ein múrur í H71 í nøkur ár. Spælir nú í Ajax København, og fær størri leiklut á føroyska liðnum, sum setir nýggja verju saman, nú ongin Brynja Høj er við longur.
Strika
Aldur: 28
Hædd: 1.85
Felag: Storhamar (NOR)
Landsdystir og mál: 50 (103)
Liðskiparin á strikuni hevur búð og spælt hondbólt í Danmark alt sítt lív, men føroysku røturnar gjørdu, at hon fekk sín fyrsta dyst fyri Føroyar í 2016, og síðan hevur hon verið føst fús í hvítum. Hevur umboða Vendsyssel, Randers og København Håndbold, men er nú í norska felagnum Storhamar, har hon m.a. spælir Champions League-hondbólt.
Bakkur
Aldur: 21
Hædd: 1.76
Felag: HH Elite (DEN)
Landsdystir og mál: 22 (57)
Ein av nýggju týpunum á føroyska landsliðnum. Bakspælarin hevur gott eyga fyri spælinum, kann bróta ígjøgnum sjálv og skjýtur eisini útifrá viðhvørt. Stýrdi neistaálopinum áðrenn hon fór til HH Elite í Danmark, har hon hevur tikið seg nógv fram síðstu árini.
Høgri vongur
Aldur: 23
Hædd: 1,73
Felag: VÍF (FAR)
Landsdystir og mál: 35 (70)
Høgri vongurin hevur fingið hondbóltin inn við móðurmjólkini í VÍF, men fór niður til Herning-Ikast sum blaðung. Spældi seinni í Ajax København, TMS Ringsted, EH Aalborg, men kom heim til VÍF at hvessa sær HM-formin.
Høgri vongur
Aldur: 20
Hædd: 1.68
Felag: H71 (FAR)
Landsdystir og mál: 8 (10)
Yngra Egholm-systurin taldist millum áskoðararnar, tá Føroyar royndi seg í EM fyri einum ári síðan. Hevur síðan trokað seg inn á vinstra vong við góðum avrikum í H71.
Vinstri vongur
Aldur: 20
Hædd: 1,66
Felag: H71 (FAR)
Landsdystir og mál: 14 (38)
20 ára gamli vinstri vongurin telist millum yngstu spælararnar í lutfalsliga unga føroyska hópinum. Hevur higartil bert umboðað H71, har hon ígjøgnum ungdómsárini eisini hevur spælt sum spælskipari.
Bakkur
Aldur: 25
Hædd: 1,78
Felag: H71 (FAR)
Landsdystir og mál: 25 (57)
Spælskiparin hjá H71 taldist í nógv ár millum bestu spælararnar í føroysku deildini, men gavst eitt skifti, tá hon fór niður í lestrarørindum. Hevur síðan tikið hondbóltin uppaftur, men tað tók tíð at spæla seg innaftur á landsliðið. Er ein klassiskur spælskipari, sum m.a. kann fáa ein leiklut í sjey ímóti seks-álopsspælinum.
Bakkur
Aldur: 21
Hædd: 1,72
Felag: Viborg HK (DEN)
Landsdystir og mál: 29 (135)
Nummar 77 er stóra stjørnan og flaggberin fyri nýggja ættarliðið hjá føroysku hondbóltskvinnunum. Bakspælarin er kvik og gjøgnumbrotssterk og skal bera tyngstu byrðuna í føroyska álopinum. Er uppvaksin í H71, men skifti til Viborg HK í bestu donsku deildini, har hon telist millum stóru profilarnar.
Málverji
Aldur: 21
Hædd: 1,76
Felag: Ringkøbing Håndbold (DEN)
Landsdystir og mál: 29 (2)
Rakul Wardum spældi við Kyndli, áðrenn leiðin tíðliga gekk til Skanderborg í Danmark. Í 2022 fór málverjin víðari til Ajax København, sum flutti niður í næstbestu deildina. Rakul Wardum spælir í nú við Ringkøbing. Er í løtuni at rokna sum fyrsta val hjá Føroyum

Fleiri greinar

Hondbóltur
Føroyar søktu Spania í Trier
Rakul Wardum spældi ein seinna hálvleik, sum hon og føroyska tjóðin seint fara at gloyma, tá hondbóltskvinnurnar skrivaðu søgu við at vinna á Spania
Hondbóltur
Annika má víkja fyri Gyltu
Eitt sindur óvæntað er Annika F. Petersen ikki á dómaraseðlinum í kvøld. Gylta á Neystabø loysir av í málinum, meðan Maria H. Weyhe tekur plássið hjá Mariannu G. Eystberg
Hondbóltur
Beinleiðis frásøgn verður eisini frá dystinum móti Spania
Her á heimasíðuni verður eisini beinleiðis frásøgn í orðum og myndum frá øðrum HM-dystinum hjá kvinnulandsliðnum í hondbólti móti Spania í kvøld. Frásøgnin byrjar seinnapartin
Hondbóltur
Dystardagur 2: Spania fyri skotum
Eftir tapið fyri Montenegro mikukvøldið stendur Spania fyri skotum hjá føroysku hondbóltskvinnunum, sum aftur skulu dúva upp á ferðina ímóti tungum sponskum verjuspælarum
HM-Trok #2: Fyrrverandi landsliðsvenjari nú errin pápi
Sjúrður H. Hoydal er aftur við HM-troki, sum hesa ferð fær vitjan av fyrrverandi landsliðsvenjaranum Andreasi F. Hansen; nú við sum errin pápi hjá Súnu Krossteig Hansen
Hondbóltur
Rannvá: Meir av tí sama ímóti Spania
Hóast tað ikki eydnaðist at fáa stig ímóti Montenegro, eydnaðist dystarætlanin somikið væl, at hon ikki verður broytt ímóti Spania, sum minnir um balkantjóðina
Hondbóltur
Jana er troytt av at misnýta málmøguleikar
Føroyar spæla í annaðkvøld móti Spania. Jana Mittún er troytt av brendu málmøguleikunum og ætlar at stilla kanónina
Hondbóltur
Jens: Snara fokusið ímóti Spania-dystinum
Misnýttu kjansirnir fyltu nógv í umrøðuni av Montenegro-dystin, og í landsliðsleguni tosa tey sjálvandi eisini um hetta, men fokusið er longu snarað ímóti Spania-dystinum
Hondbóltur
Í myndum: Mín sorg er ein kvinna
Álopsspælið var gott, og leikararnir komu til málmøguleikar, men teirra sorg gjørdist ein kvinna, ið eitur Attingre og stóð á mál fyri Montenegro
Hondbóltur
VIDEO: Soleiðis steðgaði Attingré Føroyum
Armelle Kelly Attingré í málinum hjá Montenegro bjargaði heili 17 av 38 skotroyndum, og tí komu Føroyar ongantíð ordiliga nær sterka mótstøðuliðnum í fyrsta HM-dystinum
Hondbóltur
Undirhondin: Ingi Olsen metir um spælaraavrikini móti Montenegro
Hondbóltsviðmerkjarin hjá Kringvarpinum, Ingi Olsen, metir um spælaraavrikini hjá Føroyum í tapinum fyri Montenegro og gevur stjørnur frá einari til fimm
Hondbóltur
Tatjana var tung at valsa við
Lív B. Zachariassen ásannaði, at montenegriska strikan Tatjana Brnovic var tung at dansa við, men helt, at tað eydnaðist nøkulunda at tálma henni í 32-27 tapinum í Trier
Hondbóltur
Liðskiparin: Brendu kjansirnir eru ørkymlandi
Hon var troytt av at tapa dystir og ørkymla av mongu stóru kjansunum, sum ikki fóru í mál, men Pernille Brandenborg helt eisini, at Føroyar spældu væl ímóti Montenegro
Hondbóltur
Venjarin: Vit spældu ein flottan dyst
Føroyar misnýttu ov nógvar stórar kjansir aftur hesa ferð, men spældu seg samstundis til nógvar møguleikar í einum góðum dysti sum heild, helt venjarin Claus Mogensen
Hondbóltur
Annika: Fantastiskt at gera mítt
Annika Fríðheim Petersen kom inn tíðliga og stóð væl í føroyska málinum. Tað var fantastiskt at hjálpa til, segði málverjin, sum hóast tapið var errin av føroyska liðnum
Hondbóltur
Andlitsmáling og Sweet Caroline
Sum vanligt trýtur ikki við góðari upphiting til føroysku hondbóltsviðhaldsfólkini, sum fylgja Føroyum til endaspøl. Hesa ferð er tað HM í Trier, og lagið er gott sum altíð
Hondbóltur
Føroyar - Montenegro: Skulu steðga trimum spælarum
Strikan Tatjana Brnovic, spælskiparin Matea Pletikosic og vinstri bakkurin Durdina Jaukovic skulu tálmast, um Føroyar skulu hava gott úrslit ímóti Montenegro í kvøld
Hondbóltur
HM-stroyming: Mótstøðuliðini hjá Føroyum hittast
Tað er í kvøld klokkan 19.30, at føroysku hondbóltskvinnurnar seta hol á HM-endaspælið, men longu klokkan 17 verður fyrsti dysturin í bólkinum, tá Spania og Paraguay spæla
Hondbóltur
Beinleiðis frásøgn í orðum og myndum frá dystinum móti Montenegro
Hondbóltskvinnurnar skulu royna at basa Montenegro í fyrst dystinum við HM-endaspælið í Hollandi og Týsklandi. Her kanst tú fylgja við dystinum í orðum, myndum og øðrum
Hondbóltur
- Hetta er dreymurin hjá okkum øllum
Gyðja Djónadóttir og Sigrið Hansdóttir eru saman við floksfeløgunum í Trier. Fyri tær er túrurin inspiratión til ein størri hondbóltsdreym
Hondbóltur
HM-Trok #1: Pernille klár at berjast við Brnovic
Sjúrður Hildarson Hoydal er aftur við sínum poddum. Hesa ferð er tað ikki EM, men HM, og Pernille Brandenborg, Marianna Eystberg, Ingi Olsen og Rannvá Olsen troka seg fram at
HM-Trok #1: Pernille klár at berjast við Brnovic
Sjúrður Hildarson Hoydal er aftur við sínum poddum. Hesa ferð er tað ikki EM, men HM, og Pernille Brandenborg, Marianna Eystberg, Ingi Olsen og Rannvá Olsen troka seg framat
Hondbóltur
Venjarin: Verjuspælið verður avgerandi ímóti Montenegro
Um Føroyar fær tálma spælskiparanum og strikuspælaranum hjá, ber til at fáa eitt gott úrslit ímóti Montenegro í fyrsta HM-dystinum í annaðkvøld
Hondbóltur
Á Neystabø: Trý ættarlið á hondbóltsferð í Trier
Gylta á Neystabø er yngsti spælarin í Føroyska landsliðshópinum, og tí eru ikki færri enn trý ættarlið av Neystabø-familjuni farin til Trier at stuðla hondbóltskvinnunum
Hondbóltur
Við ommu og abba í Trier
Sólvá Eystberg og Geir Wardum eru bæði kend í hondbóltshøpi. Saman við ommu- og abbasoninum eru tey eru millum áskoðararnar til HM í Trier