Heilsuhornið er nýggj útvarpssending, har sjóneykan verður sett á kropsliga og mentala heilsu, og hvussu vanar og lívsstílur ávirka okkum.
Í sjey sendingum fara Jógvan D Hansen og Armgarð Arge at tosa um og viðgera skaldsøguna "Moby Dick", sum Herman Melville skrivaði.
Vit varpa ljós á kvinnuheilsu, kvinnusjúkur og gransking í viðurskiftum, sum hava við kvinnur at gera.
Missa vit ov nógva náttúru í Føroyum av áhaldandi útbyggingum og krøvum um vøkstur?
Komandi árini skulu einir 2.000 nýggir bústaðir byggjast í Føroyum. Men hvussu tryggja vit okkum at tað, ið bygt verður, hevur eina ávísa dygd, soleiðis at byggingin tænir teimum, ið skulu búgva har.
Í sendingini verður tosað við tónleikarar, sum greiða frá sangum, ið hava havt serstakan týdning.
Ymsir vertir í Kringvarpinum skftast um at gera sendingina.
Hvørt ár koma skúlanæmingar úr øllum landinum í starvsvenjing í Kringvarpi Føroya. Burturúr spyrjast fjøltáttaðar og hugfarsligar tónleikasendingar, ið starvsnæmingarnir hava gjørt, og sum verða sendar í útvarpinum um summarið.
Sending, har vit skifta orð um føroyskan fótbólt. Tróndur Arge og Oddbjørn Joensen eru serfrøðingar. Vertur er Tróndur Vatnhamar
Í sendingini fara systrarnar Olivia og Jóna Reinert Joensen saman við Silju Aldudóttir at práta um spennandi bøkur og stór evni sum kærleika, vinarlag, stríð og samleika.